Ongi úrslit

Javnaðarflokkurin tryggjar Føroya fólki trivnaðin

Regin Ejdesgaard, valevni fyri Javnaðarflokkin
26. mars kl. 08:30

Javnaðarflokkurin setti dagsskránna undanfarna valskeið við at gera gerandisdagin lættari hjá føroyingum við m.a. lønarlyfti og skattalætta til júst tey, ið stríddust við at fáa endarnar at røkka saman, nýggja fosturtøkulóg og at byggja fleiri lestrarkømur Eirargarði 2. Hetta er ikki bara politikkur, men javnaðarpolitikkur. 

Eg stilli upp til løgtingsvalið júst við tí fyri eyga. At føra javnaðarpolitikk, sum kemur øllum til góðar, heldur enn bert teimum fáu. Tað er í hesum tíðum at virðir sum frælsi, javnrættur og samhaldsfesti  koma til sín rætt.

Tað eru samhaldsfastar skipanir, sum eiga lívið í okkara vælferðarsamfelagi og tær skulu framhaldandi styrkjast.

Heldur enn at rulla fosturtøkulógina aftur, er neyðugt at hyggja fram. Tað er hóast alt lættari at bróta niður enn at byggja upp. 

Fyri at ein fjølbroytt fólkasamanseting kann trívast, skal bústaðarpolitikkurin vera fjølbroyttur. Lærlingar, lesandi, lág, miðal og hálønt, fólk í øllum aldri skulu kenna seg vælkomin og trívast í Føroyum.

Veljið eina nýggja sterka rødd inn á ting. 

Veljið Regin Ejdesgaard, valevni fyri Javnaðarflokkin.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01