Ongi úrslit

JAVNAÐARFLOKKURIN OG KUNSTURIN AT SÍGGJA REYTT

Kristianna Winther Poulsen, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin
26. mars kl. 11:56

At síggja reytt snýr seg um at síggja veruleikan sum hann er, tora at øsa seg um tað og gera nakað við tað. 

At síggja reytt er at síggja, hvar ójavnin er og gera nakað við hann. 

At síggja reytt er at síggja, hvør dettur niðurímillum. At síggja, nær familjur kenna seg kroystar, nær ung mangla møguleikar, og nær eldri og veik ikki fáa ta virðing og trygd, teimum tørvar. 

Kunsturin at síggja reytt er at síggja tey menniskju, sum ikki altíð verða sædd. Tað er at síggja samfelagið við hjartanum og við einum greiðum politiskum vilja at gera mun.

Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin, tí hann er blóðreyður. Eg trúgvi upp á einar Føroyar, har eingin verður gloymdur. Har vælferð ikki er eitt privilegium hjá fáum, men ein rættur hjá øllum. Har vit ikki bara tosa um rættvísi, men eisini tora at fremja í verki tað, sum satt rættvísi krevur.

Reytt er liturin hjá samhaldsfesti. Tað er liturin hjá teimum virðunum, sum siga, at vit øll eru forbundin, hanga saman og hava ábyrgd av hvørjum øðrum. At tey, sum hava breiðastu herðarnar, eisini skulu bera tyngstu byrðarnar. Og at styrkin í einum samfelag ikki verður máld í, hvussu tey ríkastu klára seg, men í, hvussu tey veikastu verða lyft.

Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin, tí eg vil vera ein rødd fyri tey, sum hava tørv á einum politikki, ið sæst og merkist í gerandisdegnum. Ein politikkur, sum gevur fólki ráð at búgva, arbeiða og liva góð lív í Føroyum. Ein politikkur, sum setur menniskjað fram um skipanina.

At síggja reytt er eisini at síggja vón. Vónina um eitt javnari, sterkari og meira menniskjaligt samfelag. Eitt samfelag, har vit ikki lata standa til, men tora at broyta. Har vit ikki bara hyggja at, men taka ábyrgd og finna loysnir saman.

Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin.

Tí velji eg Javnaðarflokkin 

…..og tað haldi eg eisini, at tú skalt gera.

Kristianna Winther Poulsen, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01