Ongi úrslit

Jarðskálvtar vóru í Spania í vikuskiftinum.

Seismiskt virksemi er meira intenst í suður- og eystara parti av Spania.

Jóhanna Højgaard
10. juni 2025 kl. 12:30

Malaga-landsluturin sum liggur í Andalusia har suðuri í Spania, var í vikuskiftinum raktur av einum seismiskum svermi, sum tað kallast.

Har vóru fleiri jarðskjálvtar við styrki upp í 3,2 á Richter-skalanum. Fólk føldu lágstyrki-ristingarnir, men eingin skaði varð skrásettur av neyðhjálpartænastuni.

Seismiskt virksemi er meira intenst í suður- og eystara parti av Spania.

Málaga-landsluturin liggur nær markinum millum afrikansku og Evroasiatisku tektonisku pláturnar.

Seinast nakar størri skjálvti var í Spania, var í 2021. Tá vóru fleiri enn 500 rystingar í øllum økinum, inkl. Andalusia.

Granada máldi tá sjálvta sum kom uppá 4.4 á Richter-skalanum. Eingin doyði, men bygningar fingu skaða.

Um ein vil dagføra seg um seismiskan aktivitet, t.d. áðrenn man fer suðureftir í feriu, ber tað til her Volcano Discorvery

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30