Janus heldur fram sum borgarstjóri

Hann kom í minniluta á valinum, men endaði kortini oman á

Áki Bertholdsen
21. desember 2024 kl. 19:43

Tað er nú greitt, at Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Hvalba. Hann stillaði upp á einum lista, Lista A, ið hevði sum høvuðsmál at leggja saman við Tvøroyri.

Men tey komu í minniluta, tí tey fingu tríggjar av teimum sjey bygdaráðslimunum, nevniliga Janus Thomsen, Rakul Mørk og Jóhannes Liasson Rasmussen.

Ein annar listi stillaði upp, Listi B og tey fingu meirilutan, ella fýra bygdaráðslimir, nevniliga Ronni Hammer, Jónfinn Poulsen, Otto West og Poul Laust Christiansen

Fyrst valdi bygdaráðslimurin er Ronni Hammer og hann kallaði bygdaráðið saman í kvøld at skipa seg.

Sjálvur skeyt hann upp at velja Otto West til borgarstjóra, men tá ið avtornaði, fekk hann tríggjar atkvøður. Tey, sum atkvøddu fyri honum vóru Ronni Hammer, Otto West og Jónfinn Poulsen, øll á Lista B.

Jóhannes Liasson Rasmussen skeyt upp at velja Janus Thomsen til borgarstjóra og hann varð valdur tí hann fekk tær tríggjar atkvøðurnar á Lista A, umframt tað, at Poul Laust Christiansen, fór í parti við Lista A, og sostatt fekk hann fýra atkvøður.

Hinvegin varð Poul Laust Christiansen valdur til varaborgarstjóra. Hann fekk fýra atkvøður og Ronni Hammer fekk tríggjar atkvøður.

Hinvegin varð Poul Laust Christiansen valdur til varaborgarstjóra við fýra atkvøðum Ronnu Hammer var eisini í uppskoti, men hann fekk tríggjar atkvøður.