James Bond íblástur úr krimisøgu í Føroyum?

Skyfall helst fingið íblástur úr bók, sum gongur fyri seg í Føroyum.

Terji Beder
8. oktober 2019 kl. 15:30

Skyfall (2012) er trýogtjúgundi filmur í røðini um James Bond, og líkt er til, at partur av hesum filminum hevur fingið íblástur úr skaldsøgu, sum fyrigongur í Føroyum.

Talan er um fimtu bókina eftir John Buchan, the Island of Sheep frá 1936, sum snýr seg um njósnaran, Richard Hannay. Í bókini endar Hannay í Norlands ella The Island of Sheep og søkir skjól, saman við Valdemar Haraldsen, sum hevur røtur úr oynni.

The Island of Sheep er ein fiktiv oyggj, sum er íspunnin við íblástri úr Føroyum, har John Buchan vitjaði, stutt áðrenn hann fór undir at skriva skaldsøguna. Navnið á fiktivu oynni kemur eisini av navninum á okkara oyggjum.

Í triðja tátti av filminum Skyfall, leita James Bond og M norður til røturnar hjá Bond, sum er í Skotlandi, fyri at kunna berjast ímóti fíggindanum á heimavølli. Á sama hátt flýggja Hannay og Haraldsen eisini norður gjøgnum Skotland, fyri at basa fíggindanum á heimavølli, men tá ið staðið teir koma til ikki vísir seg at verða egnað, fara teir longur norður til the Island og Sheep, har Haraldsen hevur eini hús, sum hava hoyrt til familjuna. Í báðum søgugongdum, er talan um eini hús, sum verða gjørd til reiðar til bardaga, bæði húsini hava rýmingarleiðir ígjøgnum tunnlar, og meðan barnaheimið hjá James Bond eitur Skyfall, stendur húsið hjá Haraldsen á Snowfell, sum eru tvey nøvn, sum kunnu sigast at minna um hvørt annað.

Hóast søgugongdirnar tykjast at minna nógv um hvørja aðra, kann ein verða skeptiskur og spyrja, um hetta ikki bert er av tilvild. Kanska, men til tað skal sigast, at hetta ikki er fyrstuferð at James Bond fær íblástur frá søgunum um Richard Hannay, tí sambært the National Library of Scotland, var Hannay ein av stóru inspiratiónskeldunum hjá Ian Fleming, tá hann fyrstuferð skrivaði um agent 007.

Eisini hevur fyrsta bókin um Richard Hannay, the Thirty-Nine Steps (1914), verið nýtt sum íblástur til Skyfall, eins og triðja bókin the Three Hostages (1924), hevur sambond við triðju bók hjá Fleming, Moonraker (1955).

Ian Fleming skrivaði tilsamans fjúrtan skaldsøgur og nýggju stuttsøgur um agent 007. Eftir hann hava aðrir rithøvundar borið bøkurnar um Bond víðari. James Bond hevur verið á skýggjanum í heili 24 filmum, og í hesum døgum verða upptøkur gjørdar í Føroyum til James Bond 25. Upptøkurnar verða gjørdar í Kalsoynni, og møguliga aðrastaðni í landinum eisini.

Keldur:

Oliver S. Buckton (2015). Espionage in british fiction and film since 1900 – the changing enemy.James Chapman (2018). Hitchcock and the Spy Film.Naitonal Library of Scotlant (2015) - Step into the world of shookerJohn Buchan (1997) Introduction. The Island of Sheep. World’s Classics edition. Oxford University Press.