Jákup Sumberg er settur í starv sum leiðari fyri kantinudeildina hjá Hilton Garden Inn. Her skal hann standa fyri kantinutilboðnum, sum verður veitt fyritøkum og stovnum kring landið.
— Við Jákupi á odda fáa vit styrkt tilboðið og ment góðskuna uppaftur meira á matinum, sum vit veita starvsfólkum í fyritøkum og stovnum hvønn dag, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hilton Garden Inn.
Seinastu tvey árini hevur verið arbeitt við at menna dygdargóðu matartænastuna, sum fevnir um kantinuloysnir við fullari og fastari manning. Undirtøkan hevur verið sera góð, og nú verður tilboðið víðkað og ment. Frameftir fer eisini at bera til at fáa mat í smærri kantinum, har tørvurin er minni enn á størri arbeiðsplássum, umframt at keypa fjølbroyttan starvsfólkamat til serlig høvi.
— Tíðin hevur víst, at tað eru stórir møguleikar í hesari tænastuni. Jákup hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í fakinum, og við honum taka vit næsta stigið, sigur Rógvi Mikkelsen.
Sjálvur er Jákup spentur at fara undir arbeiðið.
— Vit vita, at heilsugóður matur hevur týdning og ávirkan í gerandisdegnum, og tað er av tí sama ein stór ábyrgd at standa fyri hesum tilboðnum. Hilton Garden Inn hevur veitt og fer framhaldandi at veita starvsfólkum góðan og fjølbroyttan mat, sum verður lagaður eftir tørvinum á einstaka arbeiðsplássinum. Stórur dentur verður lagdur á góðar rávørur við nógvum føðsluvirði, og vit vilja sum eitt dagligt hæddarpunkt savna fólk um eina góða matuppliving, sigur hann.
Jákup byrjar í starvinum longu mánadagin 4. mai.
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden Inn Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden Inn
Tíðindaskriv
2 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum
Í gjár kl. 08:19
Óhugnaligt rák vindur uppá seg
Í gjár kl. 21:05
Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús
24. apríl kl. 08:39
Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót
27. apríl kl. 07:44
Maðurin situr enn í varðhaldi
Í gjár kl. 19:00
Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum
26. apríl kl. 14:01