Ivonna varð útbúgvin námsfrøðingur á Hovedstadens Pædagogseminarium í 2000 og starvaðist í mong ár sum námsfrøðingur bæði í Føroyum og í Danmark. Í 2015 tók hon kandidatprógv í námsfrøðiligari sálarfrøði á Aarhus Universiteti (DPU), og í 2016 varð hon sett í starv sum námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Ivonna var ein sannur fongur fyri Námsvísindadeildina. Hon hevði eina sterka fakliga drívmegi og integritet, og hon brann fyri at granska. Haraftrat var hon ikki bangin fyri at bjóða kjølfestum hugsjónum av og sást hetta m.a. aftur í phd-verkætlan hennara, ið snúði seg um børn og kyn á føroyskum dagstovnum. Tá ið hon greiddi frá granskingarúrslitum og hugleiðingum sínum um, hvussu vit verða myndað og uppald til at vera eitt ávíst sosialt kyn, møtti hon javnan mótstøðu frá fólki, ið høvdu ilt við at fáa áskoðanir sínar bjóðaðar av.
Ivonna fór í holt við phd-verkætlan sína í 2019, men noyddist í fleiri umførum at leggja arbeiðið á hillina av sjúku. Hon helt tó á við verkætlan síni og hevði mangar framløgur um evnið ymsa staðni í landinum. Í 2025 valdi Ivonna at gevast heilt við verkætlanini, men hon umhugsaði tó enn at skriva eina vísindaliga grein, har hon kundi vísa á síni granskingarúrslit. Hetta varð tíverri ikki, men arbeiði hjá henni er virðismikið og kann áhaldandi miðlast og byggjast uppá.
Sum sagt, so gjørdist Ivonna sjúk og fekk krabbamein í 2018. Hetta gjørdi, at hon summar tíðir var sjúkrameldað og fekk ymsar viðgerðir. Hon helt tó fyri tað mesta fram við at vera virkin og kom eisini aftur til arbeiðis á Setrinum í fleiri umførum.
Umframt granskingina og undirvísingina, so hevði Ivonna onnur jørn í eldinum, og list var nakað, ið fylti ein stóran part í lívi hennara serliga seinastu árini. Ivonna málaði og teknaði, og hon hevði eina røð av listaframsýningum í seinastuni, og hon seldi eisini nógv. Eisini dámdi Ivonnu væl at skriva, og hon skrivaði bæði yrkingar, hugleiðingar og smáar søgur, sum hon onkuntíð legði út á sosialu miðlarnar.
Tá ið alt hetta er sagt um Ivonnu, so er tað týdningarmesta ikki sagt enn, nevniliga tað, at Ivonna var eitt sjáldsama litríkt, stuttligt og fevnandi menniskja. Hennara lætta og livandi lyndi speglaðist í litríku klæðunum og skemtingarsomu viðmerkingunum, ið hon altíð hevði klárar. Hon savnaði fólk, og hon fekk tey rundan um seg at kenna seg væl og at gerast eitt sindur lættari í sinni. Hetta var kanska týdningarmesta orsøkin til, at hon var ein fongur fyri okkum á Námsvísindadeildini, og hon verður sárliga saknað ímillum okkum øll.
Seinastu mánaðirnar royndi Ivonna nýggjar leiðir í vónini um at gerast frísk, og hon fór eitt nú til Týsklands at fáa viðgerðir, ið hon ikki kundi fáa her heima. Hennara nærmastu vinkonur hjálptu henni við innsavningini til at fíggja viðgerðirnar, og stuðulin, ið hon fekk frá føroyingum var stórur. Í sambandi við hetta var ein samrøða við Ivonnu í Sosialinum hin 11. oktober 2025, har Ivonna vísti sítt takksemi fyri ovurstóra stuðulin, ið hon hevði fingið. Samrøðan lýsti Ivonnu væl: hennara drívmegi, vón og takksemi.
Tankar okkara leita nú til mannin, Suna Strøm, børnini, Jóhannes, Boga, Lív og Døgg, verdøturnar og tey trý ommubørnini. Við djúpastu samkenslu.
Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara kæra starvsfelaga, Ivonnu Johansen.
Starvsfólkini á NÁD