Ongi úrslit

Ísrael fer at hertaka Gasa bý

Vil lata vinarligum arabiskum herdeildum, sum eru ímóti Hamas, ræðið

Jóhanna Højgaard
16 tímar síðan

Trygdarráðið í Ísrael hevur samtykt eina ætlan um at taka ræðið á býnum Gasa, váttar skrivstovan hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra fyri tíðindastovuni AP.

Í fráboðan, sum kom út mikumorgunin, varð nærri greitt frá eini fimm punkts ætlan um at vinna á Hamas og at enda kríggið. Tað var samtykt við meiriluta.

- IDF fer at fyrireika seg til at yvirtaka Gasa bý, samstundis sum tað fer at tryggja menniskjaliga hjálp til sivilfólk uttan fyri bardagaøkini, leggur fráboðanin afturat.

Undan trygdarráðsfundinum, sum byrjaði hósdagin og vardi alla náttina, segði Netanyahu, at Ísrael ætlaði at taka allan Gasageiran aftur og at enda lata vinarligar arabiskar herdeildir, sum eru ímóti Hamas, ræðið.

Politikara um allan heimun hava úttalað seg um hesa ætlan

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, reagerar nú eisini uppá avgerðina hjá Ísrael, um at taka valdið á Gasa bý. Hann kallar eskaleringina fyri skeiva og heitir á Ísrael um at umhugsa hana beinanvegin.

- Hetta tiltakið fer einki at gera fyri at enda hesa ósemju ella tryggja, at gíslarnir verða leyslatnir. Tað fer bara at føra til meira blóðbað, sigur Starmer sambært Sky News.

Finski uttanríkisráðharrin, Elina Valtonen, er ógvuliga ørkymlað um hungursneyðina í Gaza, sum stendur fyri framman.

- Vit vóna eina vápnahvíld í Gaza beinanvegin, og at ísraelskir gíslar verða leyslatnir beinanvegin sigur hon, sambært tíðindastovuni Reuters.

Mest lisið hesa vikuna

Út av lagið vánaligt

6. august kl. 18:00

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

3. august kl. 16:00

Vilja hava útlending vístan úr Føroyum

6. august kl. 07:41

Mein Kampf og Kári Sverrisson

4. august kl. 19:00

Nú takkar hann fyri seg í politikki

4. august kl. 12:15

Rætting til Liljuna Weihe: Fáur lýgur meiri enn helvtina, men tað varð gjørt í hesum føri

5. august kl. 13:01