Ísrael fór umleið kl 02.00 í nátt undir bumbuálop um alt Iran. Tey boða frá at tey miðaðu móti "hjartanum" í kjarnorkuætlanini hjá Iran.
Hossein Salami, leiðari fyri islamsku kollveltingarverjuni í Iran - ein máttmikil grein av landsins herdeildum - var, umframt kjarnorkuvísindafólk, dripin. Hettar skriva iranskir statsmiðlar.
Álopið hendi, hóast Trump hósdagin eggjaði til eina kjarnorkuavtalu við Iran.
Ísraelski herurin sigur, at Iran hevur framt eitt mótálop við fleiri enn 100 dronum, sum Ísrael skjóta niður uttan fyri ísraelskt øki.
Undantaksstøða er lýst í Ísrael.