Ongi úrslit

Íslendskir miðlar: Gylfi Þór Sigurðsson varð handtikin fríggjadagin

Sambært keldum hjá mbl.is, so var tað Gylfi Þór Sigurðsson, sum bretska løgreglan handtók fríggjadagin. Keldur hjá íslendska kringvarpinum, RÚV, siga, at leiðslan hjá íslendska fótbóltssambandinum fer at hava fund um málið seinni í dag

Sigurjón Einarsson
20. juli 2021 kl. 12:31

Bretskir miðlar skrivaðu í gjárkvøldið, at ein 31-ára gamal leikari í ensku Premier League, sum eisini eigur ein stóran leiklut fyri sítt landslið, varð handtikin fríggjadagin. Bretsku miðlarnir nevndu tó ikki mannin við navni vegna løgfrøðiligar orsøkir.

Seinni kom ein fráboðan frá Everton, har felagið segði, at ein leikari hjá teimum fyribils er loystur úr sáttmálanum, meðan løgreglan kannar málið.

Íslendskir miðlar skriva nú, at tað var íslendski landsliðsleikarin Gylfi Þór Sigurðsson, sum varð handtikin fríggjadagin, tí hann er undir illgruna fyri misbrot móti barni. Íslendski miðilin mbl.is sigur seg hava keldur, ið vátta hetta. Íslendska kringvarpið, RÚV, veit frá sínum keldum, at íslendska fótbóltssambandið skal á fund seinni í dag um málið

Hvørki bretska løgreglan ella Everton hava váttað, at viðkomandi leikaran, sum varð handtikin fríggjadagin, er Gylfi Þór Sigurðsson.

Løgreglan í Stór-Manchester sigur, at viðkomandi leikarin er leyslatin aftur móti veðhaldi, men skal vera tøkur til avhoyringar.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25