Ongi úrslit

Inntøkurnar av bótum skulu bara brúkast til ávís endamál

Nú verður tað landskassin, sum fær inntøkurnar
Áki Bertholdsen
7. november 2025 kl. 10:20

Løgtingið viðgerð nú eitt uppskot um at hereftir skulu allar bøtur, sum verða skrivaðar í Føroyum, fella í landskassan, og ikki í ríkiskassan, har tær fara nú.

Landsstýrið og danska stjórnin hava gjørt eina avtalu um hetta og nú skal Løgtinið so staðfesta avtaluna.

Men talan er bara um bøtur, sum verða givnar fyri brot á málum, sum eru yvirtikin. Sostatt fara bøturnar, sum verða skrivaðar fyri at koyra ov skjótt, ella fyri onnur brot á ferðslulógina, framvegis í ríkiskassan.

Tað snýr seg um einar 4 - 6 milliónir um árið, sum framvegis fara í ríkiskassan, sum eru bøtur fyri brot á ferðslulógina.

Men nú hevur spurningurin eisini tikið seg upp, hvat inntøkurnar skulu brúkast til.

Brotsfrøðifelag Føroya mælir til, at inntøkurnar verða markaðar til ávís endamál. Í hesum sambandi mæla tey til, at inntøkurnar verða markaðar til fyribyrging, endurmenning, til útbúgving og til brotsfrøðiliga gransking, ella til at granska kriminalitet.

Jenis av Rana, tingmaður tekur undir við hesum sjónarmiði.

– Hetta er eitt ómetaliga gott og skilagott uppskot, heldur hann.

Bjarni Kárason Petersen skilir væl sjónarmiðið, men hann er ikki samdur. Hann heldur nevnilga ikki, at tað ber til at krøkja inntøkur, sum hesar, til gransking. Hann sigur, at hetta eru inntøkur, vit helst ikki skulu hava, ti fólk skulu helst halda lógir og reglur.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30