Ongi úrslit

Innflyta nógv minni av nýggjum bilum

– Men innflutningurin av brúktum bilum veksur nógv

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 10:45

Eftir at innflutningurin av nýggjum bilum vaks stórliga í nøkur ár, er hann nú aftur minkaður heilt nógv.

Ein uppgerð frá Akstovuni vísir, at fyrstu átta mánaðirnar í ár, frá januar til august, hava vit innflutt 27 prosent færri nýggjar bilar enn vit gjørdu í sama tíðarskeiði í fjør. Tilsamans hava vit innflutt 1.132 nýggjar bilar og í sama tíðarskeiði í fjør var talið 1.558 bilar.

Nógv tað størsta talið á bilum, sum verður innflutt, eru persónbilar og higartil í ár, er innflutningurin av persónbilum, næstan 31 prosent minni enn hann var í fjør.

Tað merkir, at higartil í ár, hava vit innflutt 818 nýggjar persónbilar, men í sama tíðarskeiði í fjør var talið 1.185 nýggir persónbilar. Øll onnur akfør eru so fá í talið, at tey ávirka ikki tølini so nógv.

Men ímeðan talið á nýggjum bilum minkar nógv, veksur talið á brúktum bilum, sum verða innfluttir, nógv.

Tilsamans eru 280 brúktir bilar innfluttir í ár og tað eru yvir 70 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 164 brúktir bilar vórðu innfluttir.

Serliga eru tað brúktir persónbilar, sum vit innflyta og higartil í ár, hava vit innflutt 159 brúktar persónbilar. Tað eru 101 bilar, ella 174 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Vit innflyta eisini lutfalsliga nógvar brúktar lastbilar, viðfestisvognar og vøruvognar, men tey tølinie eru kortini rættiliga lág.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59