Ongi úrslit

Innflutningurin úr ES vaksin nærum 480 milliónir krónur

Innflutt varð fyri nærum 11 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá februar 2025 til januar 2026

hagstova.fo
12 tímar síðan

Innflutt varð fyri nærum 11 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá februar 2025 til januar 2026. Tað eru knappar 750 milliónir krónur, ella 7,4 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkunum "brennievni og aðrar oljur" og "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 126 milliónir krónur, ella 5,5 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. 

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 377 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.

https://hagstova.fo/fo/tidindi/innflutningurin-ur-es-vaksin-naerum-480-millionir-kronur

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

Í gjár kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

Í gjár kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46