Ongi úrslit

Innandura sandflogbóltshøll er nú veruleiki

Jóhanna Højgaard
4. sepember kl. 12:15

Innandura sandflogbóltshøllin, Koksið, á havnalagnum í Fuglafirði er nú liðug og klár til stóra kapping á mentanardøgunum í Fuglafirði um vikuskifti.

Kappingin byrjar fríggjadagin kl. 17.30. Síðsti dystur er sunnudagin kl. 16.00.

Havsbrún, Fuglafjarðar Kommuna og Flogbóltssamband Føroya hava í felag gjørt hesa innandura sandflogbóltshøllina, Koksið, til veruleika

Flogbóltssamband Føroya hevur fyribils atgongd til Koksið fram til Oyggjaleikirnar í 2027 og tá má støða takast til, hvat so hendir víðari.

Koksið fer at verða sera týðandi í sambandi við menningina av sandflogbólti í Føroyum.

Talan er um menning av leikarum sum heild, menning til komandi altjóða avbjóðingar og eisini til Oyggjaleikirnar í 2027.

Samstundis sum Koksið nú er klárt at taka í nýtslu, er ein dubultur uttandura sandflogbóltsvøllur um at vera liðugur í Sandavági. Umframt tað, verður ein uttandura vøllur eisini bygdur í Fuglafirði.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14