Ongi úrslit

Inger fekk heiðursløn

Inger Smærup Sørensen hevur fingið heiðursløn fyri bókaútgávu í Danmark

Eyðun Klakstein
28. sepember 2024 kl. 20:16

Í fleiri ár búði Inger Smærup Sørensen í Føroyum, her hon eitt nú starvaðist sum listarligur leiðari á Listasavni Føroya. Nú hevur hon fingið bókmentaheiðursløn í Danmark.

Inger Smærup Sørensen kom í mars mánaði við fyrstu skaldsøguni, "Dødsbo", sum fekk sera góð ummæli í donskum miðlum. Og nú hevur Inger fingið debutantheiðurslønina frá Bodil og Jørgen Munch-Christensen.

Hetta er vird heiðursløn, sum á hvørjum ári verður latin tveimum rithøvundum undir 50 ár, ið hava givið fyrsta verkið út. Í ár fingu Inger Smærup Sørensen og Silas Toft heiðurslønir. Saman við heiðurslønunum fingu tey 50.000 krónur í part.

"Dødsbo" er skaldsøga um eina kvinnu, sum sigur arbeiðið upp, selur íbúðina og keypir eitt deyðsbúgv úti á landinum. Hon flytur inn í húsið, sum Elly átti, og vil liva eftir broyttu fortreytunum, nú veðurlagsbroytingar hótta. "Dødsbo" er ein søga um ein øðrvísi hátt at uppfata seg og heimin. 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14