Veljarakanningin, sum Portalurin og FM1 hava gjørt, vísir greitt, at hinir loysingarflokkarnir ikki hava undirtøku millum føroyska fólkið at loysa
79% av føroyingum ynskja at varðveita ríkisfelagsskapin.
Sambandsflokkurin hevur við útspælinum, “Nýtt Samband”, víst á, at ríkisfelagsskapurin ikki má standa í stað, tá heimurin alsamt broytist, og tí mugu dagføringar gerast
Nýtt Samband leggur upp til dagføringar, ið endurskoða støðu okkara í ríkisfelagsskapinum, men kortini varðveita fyrimunirnar hjá føroyingum.
Veljarakanningin er eitt greitt tekin til loysingarsemjuna hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn, Miðflokkinum og Fólkaflokkinum um at sleppa loysingarætlanunum
Droppið ideologiskan ørskap og latið okkum heldur samstarva um, hvussu vit menna ríkisfelagsskapin og tryggja føroyingar í felag
Saman standa vit sterkari og í ríkisfelagsskapinum eru vit ríkari!