Ongi úrslit

ÍF venjarin er farin úr starvi

Karl Løkin er nýggjur venjari hjá ÍF liðnum í næstbestu deildini

ÍF Fuglafjørður
3 tímar síðan

ÍF skrivar soleiðis í kvøld:

Vit skulu boða frá, at sáttmálin við høvuðsvenjaran hjá 1. Deild monnunum, Kristoffer Kvistgaard, verður endaður. Partarnir eru vorðnir samdir um at enda samstarvið.

Kristoffur hevur verið venjari í felagnum síðani 2025. Umframt at venja besta mansliðið, hevur hann eisini havt talentvenjingar við ungdóminum.

Vit vilja við hesum takka Kristoffuri fyri tíðina og alla orkuna, hann hevur lagt í felagið. Vit ynskja honum alt tað besta víðari á yrkisleiðini.

Nýggi høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum verður Karl A. Løkin. Karl er væl í gongd við at taka A-venjara prógv og hevur, sum flest øll vita, drúgvar royndir sum fótbóltspælari. Vit meta, at hansara dygdir, royndir og persónligu førleikar kunnu koma felagnum og besta mansliði okkara tilgóðar.

Karl fer framhaldandi at røkja uppgávuna sum høvuðsvenjari hjá U18 dreingjum saman við øðrum góðum kreftum.

Karl fer undir arbeiðið fulla tíð og kann tí røkja báðar sessirnar.

Vit ynskja honum hepna hond við arbeiðinum og gleða okkum til samstarvið, skrivar ÍF í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43

Silvurdrongur takkar fyri seg

6 tímar síðan