Ongi úrslit

ICES mælir til hægri kvotu fyri norðsjóarsild

Altjóða havrannsóknarráðið, ICES, mælir til at hækka heildarkvotuna fyri norðsjóarsild til 396.680 tons í 2027. Tað er ein vøkstur upp á 21 prosent samanborið við kvotuna fyri 2026 .

© Paul-Gustav Remøy/Fiskebåt
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Sambært ICES er stovnurin í góðum standi. Gýtingarstovnurin er komin upp um markið á 1,0 millión tons, sum verður roknað sum trygdarmark. Kvotan verður ásett eftir einum fiskitrýsti á F = 0,23 .

ICES ávarar samstundis um, at stovnurin av vesturbaltiskari sild er í so ringum standi, at har verður mælt til nullkvotu. Hesin stovnur verður tikin sum hjaveiða í fiskiskapinum eftir norðsjóarsild í pørtum av norskum sjógvi .

Tó eru tekin um betring. Hjáveiðan av hesum stovni minkaði til umleið 1.250 tons í 2025.

Fyri brisling í Skagerrak, Kattegat og Nordsjónum mælir ICES til eina kvotu á í mesta lagi 82.822 tons fyri tíðarskeiðið frá 1. juli 2026 til 30. juni 2027. Tað er ein minking upp á 65 prosent .

Norska kvotan fyri brisling verður væntandi umleið 6.750 tons.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

22 tímar síðan

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14