Ongi úrslit

Iceland International

Batmintonsamband Føroya
21. januar kl. 21:32

Í hesum døgum spælir føroyska badmintonlandsliðið altjóða kapping - Iceland International - í Reykjavík.

Føroysku leikararnir, sum eru 11 í tali, skulu luttaka í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.

Byrjað verður hósdagin við undanumfarinum(qualifying). Okkara spæla tá einmansleik hjá kvinnum og monnum. Fríggjadagin byrjar høvuðsumfarið(main draw). Tá verður tvímansleikur og blandaður tvímansleikur eisini spældir.

Allir okkara tilmeldaðu leikarar eru komin inn í kappingina. Tað er nevniliga ikki ein sjálvfylgja, tá ið leikararnir verða meldaði til - serliga, tá ið tað er fyrstu ferð ein luttekur.

Leikarar runt alla verðina taka lut í kappingini í Íslandi. Tilsamans frá 38 londum.

Hetta er ein sokallað Future series, har leikarar, sum eru á veg upp eftir ranglistanum, eru við.

Tey savna saman stig, so at tey lættari kunnu sleppa inn í aðrar kappingar, sum eru á einum enn hægri stigi.

Føroysku leikararnir eru seinastu árini farin at luttaka meira í hesum kappingunum, ið eru á altjóða stigi, og tað er forkvinnan í Badmintonsambandinum, Katrin Jacobsen, fegin um. Hon sigur:”Tað er gleðiligt at síggja, at alt fleiri badmintonleikarar luttaka í kappingum á altjóða stigi. Hetta er eitt tekin upp á, at badminton í Føroyum er í góðari menning.”

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59