Tað er ein fragd at vera í náttúuni síggja alt margfeldni í nátturuni við alskyns blomstrum og plantum. Men tað er ein planta, sum í roynd og veru er við at týna okkara náttúru og tað er garðaskøran.
Og nú ætlar Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, FNU í hernað ímóti garðaskøruni og tey heita á øll um at gera í morgin, sunnudagin 14. juli, til skørudag.
Garðaskøra. Bløðini eru stór og ikki serliga innskorin
Í minsta lagi seks sløg av skøru veksa í Føroyum, men tað er bara garðaskøran sum veksur alt ov væl - og hon veksur eisini allastaðni - framvið vegum, í áarbakkum, í bønum - ja, allastaðni har hon sleppur. Tað keðiliga við garðaskøruni er, at har hon er, tekur hon yvir og køvir allan annan vøkstur. Sostatt er hon ein stórur vansi fyri lívfrøðiliga margfeldið.
Vanlig skøra. Bløðini eru minni og rættiliga innskorin
Øll hini skørusløgini eru vakrar upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at øll hini plantusløgini mugu víkja undan henni, sigur FNU.
Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Av tí sama eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki.
Garðaskøran hevur fingið gott rótfesti um allar Føroyar, og tey í FNU halda, at samstundis leggja kommunurnar kring landið ikki stórvegis í at verja lívfrøðiliga margfeldið
FNU byrjar tí nú skørudagar, har tey eggja øllum at fara út í náttúruna at týna garðaskøruna. Tí heita tey á fólk um at samla grannar, familju ella vinir í morgin, og at fara út at týna garðaskøruna.
Tá ið fólk týna garðaskøru, skulu tey grava hana upp – og rótin má upp við. Tær heilt smáu planturnar kunnu ofta takast upp við knívi. Planturnar skulu ikki koyrast á brennistøðina at brenna.
Tað ber eisini til at forða garðaskøruni at breiða seg og tað gerst við at taka blomstrini av. Men so er at minnast til at koyra tær í skrell, so at tær ikki enda aftur í náttúruni.
Tað ber eisini til at koyra blomstrini í ein vasa, tí garðaskørur eru sera vakrar í vasa - og ímillum onnur blomstur í einum blómutyssi. Men tað er umráðandi at koyra blomstrini skrell aftan á.