Ongi úrslit

Í morgin fær borgarstjórin í Havn undirskriftir frá misnøgdum foreldrum

Áki Bertholdsen
11. mars kl. 08:53

Í morgin, hósdagin 12. mars, sum eisini er grækarisemessa, fara misnøgd foreldur í Havn á Ráðhúsið at handa Elsu Berg, borgarstjóra, ein bunka av undirskriftum.

Tað verður klokkan 11.30 og tað eru foreldur í miðbýnum og í Eysturbýnum, sum hava tikið stig til at samla undirskriftirnar inn til býráðið.

Kravið hjá teimum er, at øll børn í Tórshavnar kommunu eiga at sleppa í skúla í nærumhvørvinum, saman við børnunum í grannalagnum.

Tilsamans hava næstan 400 fólk skrivað undir og endamálið er at  varpa ljós á tey mongu børnini, sum í ár og næsta ár, ikki sleppa í tann skúla, tey hoyra til.

Tey siga, at eftir summarferiuna eru tað fleiri børn í miðstaðarøkinum og í eysturbýnum, sum ikki sleppa í forskúla og 1. flokk í nærumhvørvinum, saman við børnunum í grannalagnum.

– Tíverri vísa framrokningar hjá Tórshavnar kommunu, at trupulleikin verður minst líka stórur komandi ár, siga tey.

Tey vísa á, at býráðð og Barna- og útbúgvingarmálaráðið, hava funnið eina loysn fyri børn í vesturbýnum og á Argjum.

Tað gleðast tey um, men tey halda tó, at tað als ikki er nøktandi, at fleiri børn í kommununi ikki fáa somu sømdir sum hesi børnini

Tí heita tey staðiliga á Tórshavnar býráð, og Barna- og útbúgvingarmálaráðið, um at finna eina loysn, so at øll børn í Tórshavnar kommunu sleppa í skúla í nærumhvørvinum í ár.

– Vit heita eisini á myndugleikarnar um at fara undir at finna eina varandi loysn til komandi ár sum skjótast, siga foreldrini.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10