Ongi úrslit

Í løtuni er Føroyar grønari

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

Jóhanna Højgaard
28. mai kl. 00:20

Vit høvdu nakrir avbera deiligir sóldagar í eina heila viku út í eitt. Onkur vildi vera við at eingir búffar vóru eftir í handlunum, tí nærum hvør føroyingur grillaði hesar dagarnir.

Nú er søgan ein heilt onnur, vit hava regn, vind, og so aftur regn. Aftaná so flottar sóldagar, gerst man í eitt sindur ringum lag, tá vit so fáa tað vanliga føroyska veðrið aftur.

Men hyggur man eitt sindur ljósari uppá tað, so brúkar SEV nú nógv meira grøna orku til at framleiða okkara el, enn 21. mai, tá dimma.fo seinast kannaði málið.

SEV 21.mai

Í skrivandi stund er tað vind-orkan sum stendur fyri meirilutanum av framleiðsluni, nevnliga 67% upp ímótir oljuni, sum bert telur 13,2%. Tað er ein stór kontrast frá sóldøgunum, har oljan stóð fyri nærum allari elframleiðslu í landinum.

Í síðsta enda ger hettar at vit gjalda minni til SEV. Tær spærdu krónirnar koma væl við, næstu ferð vit fáa summarveður og skullu grilla aftur.

sí nærri SEV í dag

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00