Ongi úrslit

Í kvøld møta føroyingarnir stundisliga

Tað eru longu fleiri enn tvey túsund í høllini við Tjarnir

Jonhard Hammer
16 tímar síðan

Tað verður av álvara talt niður til fyrsta týdningarmikla hondbóltsdystin í nýggju høllini við Tjarnir. Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg til at spæla EM undankappingardyst. Mótstøðuliðið er Niðurlond, sum er favorittur at vinna bólkin.

Fyrsta bríksl verður klokkan 19.00. Um tað eydnast Føroyum at vinna, so verður møguleikin hjá Føroyum at vinna seg í EM endaspælið stórur. EM endaspælið verður eftir ársskiftið í Norra, Svøríki og Danmark, og tað er greitt, at um tað eydnast Føroyum at vinna seg í endaspælið, so verður Føroyar í bólkinum, sum fer at spæla í Norra, har tað er greitt, at Norra verður eitt av mótstøðuliðunum.

Síðani høllin við Tjarnir læt upp, hevur tað verið torført at fáa ferðsluna at glíða, tá ið talan hevur verið um stór tiltøk, tí tað er bara ein vegur til høllina. Hondbóltssambandið hevur seinastu dagarnar heitt á áskoðarar um at koma tíðliga í høllina í kvøld, og henda áheitanin sær út til at vera tikin til eftirtektar.

Longu nú eru tað fleiri enn tvey túsund fólk í høllini. Lagið er gott, og at veðrið er gott og kvøldið ljóst ber við sær, at alt gongur so nógv lættari, enn tað annars hevði gjørt.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

20 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30