Ongi úrslit

Í Føroyum arbeiða dupult so nógvir pensiónistar sum í øðrum londum

– Í Føroyum er tað eisini nógv fleiri blaðung, sum arbeiða enn tað er í øðrum londum

Áki Bertholdsen
27. mai kl. 12:40

Sum vit skrivaðu í áðni, er tað nógv størri partur av føroyingum, sum arbeiða enn tað eru í øðrum londum.

Hagstovan sigur, at tað er næstan í øllum aldursbólkum, at vinnutíttleikin, sum tað eitur, er størri í Føroyum enn í øðrum londum.

Men tað er serliga hjá teimum blaðungu, og hjá pensjónistum, at munurin á Føroyum, og øðrum londum, verður skjónskur.        

Hagstovan sigur, at hjá teimum 15 til 20 ára gomlu, er vinnutíttleikin 73 prosent í Føroyum. Í Íslandi er hann 70 prosent, men so er eitt langt lop niður til Danmark, har vinnutíttleikin hjá teimum 15-19 ára gomlu, eru 57 prosent og í ES sum heild, er hann 20 prosent.

Men eisini hjá teimum eldru er vinnutíttleikin í Føroyum nógv hægri enn hann er í øðrum londum.

Men í Føroyum eru tað heili 33 prosent av teimum 70 til 74 ára gomlu, sum framvegis eru til arbeiðis og tað er meiri enn dupult so nógv sum í Íslandi og í Danmark.

Í hesum aldursbólkunum eru tað 40 prosent av monnunum, sum framvegis arbeiða og hjá kvinnum er tað eitt sindur undir 30 prosent.

Annars er er tað munandi størri partur av kvinnunum í Føroyum, sum arbeiða, enn tað eru í øðrum londum.

Verður alt ES tikið undir einum, er vinnutíttleikin hjá teimum 70-74 ára gomlu, minni enn 10 prosent.

Og sum tað sæst í talvuni, eru vinnutíttleikin væl yvir 90 prosent í næstan øllum aldursbólkum í Føroyum.


 

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00