Ongi úrslit

Í fjør vórðu 13,6 milliardir goldnar í lønum í Føroyum

Vøksturin er serliga stórur í fiskiskapinum eftir botnfiski
Áki Bertholdsen
22. januar kl. 10:18

Í fjør vórðu 13,6 milliardir útgoldnar í lønum í Føroyum - og tað eru 7,1 prosent meiri enn í 2024.

Hagstovan sigur, at hesi seinastu átirini hevur gongdin verið, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur - men vøksturin var tó eitt vet størri í fjør enn undanfarin ár.

Í 2024 var vøksturin fimm prosent, og í 2023 var vøksturin seks prosent.

Av útgoldnu lønunum í fjør, áttu menn 60 prosent, tí teir fingu 8,4 milliardir í løn. Somuleiðis áttu teir 66 prosent, av lønarvøkstrinum. 

Lønirnar hjá monnum vóru 7,7 prosent størri í fjør enn tær vóru í 2024. Hjá kvinnum var vøksturin eitt vet minni, nevniliga 6,2 prosent.

Størsti vøkstur hjá monnum, ið arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum. Teir hava fingið góðar 6,3 milliardir í løn í fjør. Tað eru 513 milliónir meiri enn teir fingu 2024, sum er ein vøkstur upp á níggju prosent.

Hjá kvinnum er størsti vøksturin hjá teimum, sum arbeiða hjá tí almenna, tí tær fingu 3,5 milliardir í løn í fjør, sum eru 211 milliónir meiri enn í 2024, ella ein vøkstur upp á seks prosent. Talan er fyri tað mesta um kvinnur, sum arbeiða í heilsuverkinum og í almannaverkinum.

Men serliga stórur er vøksturin hjá teimum, sum fiska botnfisk, har útgoldnu lønirnar vóru 548 milliónir í fjør, ella slakar 200 milliónir krónur meiri enn í 2024. Tað er ein vøkstur upp á heili 56 prosent. 

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14