Í fjør fingu tilsamans 1.998 útlendingar uppihaldsloyvi í Føroyum - og av teimum fingu 31 varandi uppihaldsloyvi.
Her eru uppihaldsloyvi til flóttafólk úr Ukraina ikki tald upp í og tey eru eini 250 í tali.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanlandsmálum.
Tað er Bárður á Lakjuni, tingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum vil hava tøl á borðið um um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum
Tøl hjá Landsfólkayvirlitinum vísa, at í oktobur í fjør búðu 2.605 útlendingar í Føroyum.
Talvan niðan fyri vísa tølini fyri upprunaloyvir til samfylgjandi familju. Gongdin er, at síðani landsstýrið, á heysti 2023, setti inntøkukrøv til útlendskar arbeiðstakarar, sum vilja fáa familju sína við sær til Føroyar, er talið á loyvum, lækkað munandi frá 49/hjúnafeløgum ella sambúgvum í 2023 til 18 og 16 í ávikavist 2024 og 2025.
Útlendingastovan yvirtók avgerðarmyndugleika 1. september 2024. Tølini viðvíkjandi tjóðskapi fyri tíðarskeiðið 1. september 2024 til 23. januar 2026:
Tjóðskapir, samfylgjandi familja, upprunaloyvir (01.09.2024 – 23.01.2026)
Undir hesum eru hesi londini umboðaði: Albania, Argentina, Bulgaria, Gana, Grikkaland, Kroatia, India, Írland, Kenja, Lettland, Pólland, Rumenia, Russland, Serbia, Teiland, Tunesia. Útlendingastovan yvirtók avgerðarmyndugleika 1. september 2024. Tølini viðvíkjandi tjóðskapi eru fyri tíðarskeiðið 1. september 2024 til 23. januar 2026.
Fyri at ein útlendingur við uppihaldsloyvi grundað á arbeiði í Føroyum kann fáa familju sína við hendan vegin, er tað ein treyt, at útlendingurin skal kunna uppihalda familju sínari fíggjarliga.
Tann 2. september 2023 setti landsstýrið inntøkukrøv í málum um samfylgjandi familju, sum útlendingurin skal skjalprógva at lúka, fyri at familja hansara kann fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.
Søkja útlendingar í Føroyum um uppihaldsloyvi til hjúnafelagan, ella sambúgvan, skulu teir skjalprógva, at teir tjena minst 38.629,06 krónur um mánaðin. Men inntøkukrøvini hækka, alt eftir, hvussu nógvir familjulimir ætlanin er at fáa til Føroya.
Er talan einans um eitt barn, sum søkir um uppihaldsloyvi skulu útlendingarnir, sum búgva her, skjalprógva, at teir tjena minst 31.710,81 krónur um mánaðin. Men so hækkar kravið, alt eftir, hvussu nógv børn talan er um.
Útlendingastovan hevur tíverri ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, men serliga eru nógvir útlendingar á fiskavirkjum og á gistingarhúsim, eins og nógvir eru fiskimenn.
