Ongi úrslit

Í dag takkar Bjarta fyri seg

Dysturin í Montenegro í dag verður tann 57. hjá strikuspælaranum Bjartu Osberg Johansen

Hondbóltssamband Føroya
2 tímar síðan

Seinasti dystur í hesari EM-undankappingini í hondbólti hjá kvinnum verður í Montenegro í dag klokkan 17.

Føroyar hava tryggjað sær annað plássið i bólkinum og víðari luttøku. Vinna Føroyar við 7 málum móti Montenegro gerðast okkara nr. 1 í bólkinum.

Eftir 14 ár á A-landsliðnum hevur Bjarta Osberg Johansen valt at takka fyri seg í landsliðshøpi. Útidysturin í Podgorica í Montenegro í dag verður sostatt hennara seinasti dystur fyri Føroyar. Talan verður um hennara landsdyst nr. 57 fyri Føroyar, og hevur Bjarta sostatt spælt næstflest landsdystir fyri Føroyar. Bjarta spældi sínar fyrstu landsdystir fyri Føroyar í 2012 í Challenge Trophy kapping í Bulgaria.

Trúfasti strikuleikarin verður 33 ár um nakrar dagar, tann 28. apríl. Bjarta hevur við sínum arbeiðssemi hevur verið ein týdningarmikil leikari fyri Føroyar, bæði á og uttanfyri vøllin. Bjarta hevur verið ein leikari, ið altíð hevur givið seg fult út fyri liðið, og at røkka 57 landsdystir er eitt sera flott avrik.

Hondbóltssambandð vil takka Bjartu fyri hennara stóra íkast til føroyskan hondbólt og landsliðið, og samstundis ynskja vit henni alt tað besta í framtíðini, bæði innan- og uttanfyri hondbóltin.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Nýggj samgonga er komin heilt undir land

7. apríl kl. 09:13