Set tær nakrar minuttir, helst allar 12 minuttir av og lurta eftir røðuni, ið Daniel Johnson helt í Oxford fyri 12 árum síðani: https://youtu.be/2MDlZk89oaQ?is=Y6W1ZQWH-EtqjPed
Spyr so Ayan Hirsi Ali, hví hon flýddi úr Afrika til Hollands, og síðani úr Hollandi til USA.
Spyr vinmann hennara Theo van Gogh hví hann....á nei, hann drupu teir fyri filmin, Submission. Í
Hollandi!
Spyr Salman Rushdie, sum teir næstan fingu dripið, tí hann skrivaði eina bók, Satanisku Versini, um
hasa friðarligu religiónina.
Spyr Jonas Gahr Støre í Noregi, hvussu gongur Í Oslo?
Í áttanda minutti í røðuni sigur journalisturin, at islamisma er: "The most direct threat to western
civilisation today."
Tað eru 12 ár síðani, at hann segði hatta!!
Hvussu er støðan í Evropa og Norðanlondum í dag??
Hvussu sær út í gøtunum í London ella Keypmannahavn??
Ja, hvussu er í miðbýnum í Havn??
Nei, tað er ikki eitt løgið vallyfti.
Hóttanin móti okkara grundleggjandi virðum er verulig hótt.
Tað havi vit prógv fyri heilt frá Nova festivalinum í Ísrael, til grannar okkara og enntá til Finzen í Havn!
Tí sigi eg og Miðflokkurin nei til Moskur!
Føroyskt Framum Fremmand
X við Miðflokkin
X við Rani Andrasson Skaalum