Ongi úrslit

Hví halda vit arbeiðardag?

© Álvur Haraldsen
Jóhanna Højgaard
12 tímar síðan

Síðst í 1800-talinum gjørdist kravið hjá arbeiðarunum um ein átta tímar langan arbeiðsdag, grundarlagið undir altjóða arbeiðaradegnum sum vit halda hvørt ár tann 1. mai.

Alt byrjaði við enskum arbeiðarum sum fluttu til Avstralia. Her fingu tey sítt krav um átta tímar arbeiðsdag sett í verk. Hetta var hátíðarhildið við veitslu 1. mai.

Nøkur ár seinni gjørdi USA rað sama. Tey gingu mótmælisgongu 1. mai fyri at seta í gildi ein arbeiðsdag uppá átta tímar.

Men tað var í París, at tað á sumri 1889 var avgjørt, at 1. mai skuldi vera altjóða arbeiðaradagur.

Tvær stórar arbeiðarastevnur vórðu hildnar á 100 ára degnum fyri fronsku kollveltingina, og danska arbeiðararørslan var umboðað á báðum.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30