Kanska hava vit konservativu Kristnu ikki verið heilt opin og erlig, um hvat vit trúgva. Tit vilja jú ikki hoyra okkara argument, sum eru úr Bíbliuni. So vit royna kanska heldur at argumentera móti abort við at tosa um etisk virðir. Virðir sum okkara samfelag er grunda á.
Men nú fari eg at gera eina roynd at forklára hvat vit veruliga trúgva…
Vit trúgva uppá ein Gud sum straffar. Tann Gud sum gamla testamenti skrivar um. Tvs at um leiðarirnir í landinum gera lógir, sum bróta tey 10 boðini, so blívur landið straffa. Tvs ikki bara hvør einstakur fær aftur eftir sum hann/ hon hevur uppiborið. (Tað trúgva vit hendir eftir deyðan). Men her nú og komandi árini, trúgva vit, at um okkara politikkarar lóggeva, um at taka lív, so fer at ganga okkara landi illa. Hetta merkir vanlukkir, sjúka, deyði, kríggj at onnur fólkasløg yvirtaka landi, útlegd. Og tað sum kanska er verri enn hetta, vit trúgva at Gud trekkir seg, so hann er verri hjá okkum at finna.
“Sorry” tað er so ómoderna at tosa soleiðis. Men tað broytir onki uppá tað, sum er skriva fyri nógvum árum síðani. Og tað kann og má ikki broytast.
Men hetta forklárar eisini ymisk annað rák í landinum, sum vit seta okkum uppímóti. Hetta tí tú dregur ikki dóm yvir teg sjálvan í hesum lívinum, men yvir meg og børn míni. Í komandi lívinum yvir teg sjálvan – tað mást tú um.
Hvar í GT síggja vit hetta? spyr tú kanska. Jú tíðuligt í 3 Mósibók og í 5 Mósibók, men sannliga eisini gjøgnum alt GT. Lívið hjá Dávid var eitt sera gott eksempul uppá hetta. Tá Dávid gjørdi synd, var tað ikki hann sum leið persónliga, tað var sonur hansara sum doyði, og eina aðra fer doyðu fleiri fólk í landinum av sjúku. Fólkatali minkaði! Og í Mósibók tá Áron fyribils hevði leiðsluna í landinum, og gjørdi at øll dýrkaðu avgudar. Tá ætlaði Gud at útsletta tey øll. Tá hann angraði, segði Gud, at hann mátti trekkja seg, so hann ikki var so nær millum tey. Móses noktaði at forseta uttan Gud. Tískil máttu fleiri doyggja. Men Gud var náðigur og lat tey eisini fáa grøðing og umvending.
Jesus segði tíðuliga í NT at hann var ikki komin at seta GT úr gildið, men at staðfesta tað. Tvs nú er náði til øll at fáa. Men lønin ið syndin gevur er enn deyði.
So hava vit søguna um Ester, tá Haman hevði skriva eina lóg, at allir jødar skuldu týnast. Ester hugsaði, at hon fór at liva, tí ongin visti at hon var jødi. Men hon fekk greið boð: tú ert sett til vald fyri at broyta landins lógir til fyrimun fyri títt fólk. Hetta gjørdi at hon bað allar jødar í býnum fasta í 3 dagar. Síðani fór hon í herna, og tosaði við Kong. Hetta gjørdi eitt úrslit, sum gav framgongd til jødar í øllum ríkinum, har tey búðu.
So kanska vit sum trúgva GT og NT hava gloymt, hvat stendur har. Tey trúgvandi sum stýra kunnu ikki bara vaska sínar hendur og trekkja seg. Tað handlar jú ikki um lagnuna hjá hvørjum einstakum húsarhaldi, men hjá øllum landinum. Okkara uppgáva er fyrst og fremst bøn, men sannliga eisini at venda gongdini.