Tjóðveldisvalevni leggja nú upp til at niðurlaga Føroya Heilsuskúla í Suðuroynni, sum er ein av best skipaðu skúlunum í landinum. Henda skúlan vilja tey eisini hava til Havnar. Hetta skal leggjast aftur at tí, at í valskránni hjá Tjóðveldi varð ikki eitt tað einasta orð sagt um Suðuroyartunnellina; onki, null og nada!
Hesi útspæl koma kanska ikki óvart á nakran – okur vita, hvussu fíggindasinnaði, mótvegis Suðuroynni, partar av teimum eru. Tað, ið undrar almikið her í Suðuroynni, er, at flokkur teirra, har skiparin á brúnni sjálv er úr oynni, letur ikki við seg koma. Tann, ið tegir, samtykkir, sigur orðatakið.
Í gjár sóu okur so eisini fyrrverandi miðlakvinnu, saman við forkvinnuni úr Suðuroynni, hálsfevnast á sosialu miðlunum og tosa um størsta avrikið í farna valskeiði; Nei, tað var “sjálvandi” ikki Suðuroyartunnellin.
Tað er kanska ikki so løgið, tí fleiri toppkandidatar í Tjóðveldi hava sett sær fyri at verða ímóti øllum framburði í Suðuroynni og leggja nógv fyri at týna Suðuroynna.
Latið hetta ikki fara aftur við borðinum – veljið eitt umboð, ið vil kempa til tað allar seinasta fyri at fáa fyrsta skotið latið av og at skotið verður ígjøgnum fyri Suðuroyartunnellina.
Tá er Suðuroyggin javnsett við restina av Føroyum! Og Føroyar eitt javnari samfelag.
Set tín kross við C, Bjarna Hammer!