Ongi úrslit

HR á breddan á TONIK 2025

Malene Madsen fer at tosa um framtíðina á HR økinum undir heitinum “Frá reaktivari til proaktiva HR – framtíðin er dátudrivin”

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
Í gjár kl. 11:47

Á forvitnisligu altjóða vinnustevnuni TONIK fer Malene at greiða frá, hvussu vit kunnu brúka tøl og tøkni til at fyribyrgja strongd, fráveru og vitanar tap í eini fyritøku – áðrenn tað gerst ein trupulleiki.

Malene er stjóri og ein av stovnarunum av fyritøkuni Woba – ið hevur ment eina virðislønta HR-skipan, ið viðgerð dátur og gevur feløgum ítøkilig amboð at betra um arbeiðsheilsu og trivnað. Við útgangsstøði í arbeiðssálarfrøði hevur hon brúkt fleiri ár at granska í, hvussu vit kunnu gera HR meira proaktivt – og ikki minst, hvussu tað kann geva meining bæði menniskjaliga og fíggjarliga.

Á TONIK fer Malene at greiða frá søguni, hvussu Woba varð til – ein ferð, sum byrjaði við gransking og sum í 2024 gav Malene DI prisen, handaðan av Hansara Hátign Frederik Kongi, fyri arbeiðið hjá Woba at menna eina av mest nýskapandi tøkni-loysnunum í Danmark til at betra um arbeiðslívið.

Við dømum úr veruleikanum og greiðum vegleiðingum fer Malene at vísa tær, hvussu tú kanst brúka dátur og AI til at skapa eitt sterkari, sunnari og meir burðardygt arbeiðspláss.

Framløgan hjá Malene verður á enskum og heitið er: “From Reactive to Proactive: The Future of Data-Driven HR”

Les meira um ráðstevnuna og fyrilestrarhaldararnar á www.tonik.fo

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. Ráðstevnan er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.

Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk - sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

15 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42