Ongi úrslit

Hoyra til á havsins botni

Ein nýggjur kapittul hevur tikið seg upp

Jóhanna Højgaard
15 tímar síðan

Mojtaba Khamenei, nýggji leiðarin í Iran, sum aldrin enn hevur víst seg alment, sendi í gjár út eina fráboðan um, at amerikanarar hoyra heima á botninum í Persaflógvanum.

Tað siga fleiri almennir miðlar í Iran, sambært Sky News.

Meira neyvt sigur Khamenei, at einasta stað hjá amerikanarum í Persaraflógvanum er á botninum av sjónum.

Á X skrivar hann eisini, at ein nýggjur kapittul fyri Flógvan og Hormuz-sundið hevur tikið seg upp, síðani kríggið millum Iran móti USA og Ísrael brast á tann 28. februar.

Fráboðanir hava áður verið um, at nýggi leiðarin, sum er sonur tann undanfarna, er álvarsliga skaddur. Hesum hevur Iran tó víst aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30