Ongi úrslit

Avbera friðarligt í gjár – og eisini í nátt

Áki Bertholdsen
24. november kl. 08:21

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni.

Tey siga, at nakað út á fyrrapartin í gjár, steðgaðu tey einum bili í Eysturoynni, og tá ið tey tosaðu við bilføraran, fingu tey illgruna um, at hann var ikki heilt edrúur.

Sostatt varð hann biðin um at blása, og tá ið alkometrið sló út, varð hann skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, og blóðroynd varð tikin av honum. So verður úrslitið av henni avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.

Annars hevur tað verið steindeytt í allan gjár – og eisini í alla nátt, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48