Sum teimum flestu kunnugt, spældu Føroyar og Kroatia landsdyst í fótbólti á Tórsvølli í Havn í gjárkvøldið.
Sporini ræða, so eftir óskilið sum var í sambandi við dystin ímillum Hajduk Split og HB á sinni, hevði løgreglan rættiliga gjørt seg út til dystin í gjárkvøldið.
Tey vóru sostatt til reiðar við nógvari eyka manning, bæði undan dystinum, undir dystinum og eftir dystin.
Løgreglan fekk eisini styrk úr Danark og tey tóku ímóti útlendsku fjepparunum á flogvøllinum og fylgdu við teimum ímeðan tey vóru her, og tey fylgja teimum eisini væl av landinum aftur í dag, og tá ið teir annars fara.
Eini 600 kroatar komu til Føroyar í sambandi við dystin, men løgreglan sigur, at tað spældi alt væl av.
Løgreglan var eisini væl mannað í býnum í nátt. Fýra salatføt við løgreglufólki koyrdu runt í alt gjárkvøldið og í alla nátt - og tað gjørdu tey til tey síðstu vóru farin til hús. Men tað vóru eingir trupulleikar av nøkrum slagi. Onkrar illstøður tóku seg upp, men tað varð tikið í uppstartinum, so har spurdist ikki meiri burtur úr.
Tað einasta, tey høvdu at taka sær av, var einum føroyingi, sum var so ólátaður tíðliga í morgun, at hann fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Annars var ein bilførari tikin eftir dystin og hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.