Fyrsti ársfjórðingur royndist væl hjá Føroya Banka. Tað staðfestir Bankin sum í dag kunnger roknskapin fyri teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Avlopið gjørdist nevniliga 56 milliónir krónur.
Vit eru fegin um góðu gongdina higartil í ár, tí bæði innlán, útlán og realkredittlán, eru hækkað, sigur Turið F. Arge, forstjóri, í tíðindaskribi. Samstundis gekk tað eisini væl hjá dótturfelagnum, góð tryggingarfelagnum, Trygd.
Men hóast gongdin er góð, og vónirnar fyri restina av árinum eisini eru góðar, slepst ikki undan at tað skapar eina ávísa óvissu, at støðan úti í heimi er so ótrygg, tí tað kann ávirka bæði bankan og viðskiftafólkini, leggur stjórin afturat.
Hon sigur, at sum heild er viksemið sjey prosent størri nú enn fyri einum ári síðani. Í høvuðsheitum er tað tí, at útlánini eru hækkað fimm prosent, innlánini eru hækkað átta prosent og realkredittlánini eru hækkað seks prosent síðani fyrsta ársfjórðing í fjør.
Hækkingin í realkredittláni stavar eitt nú frá vinnukundum, sum hava møguleika at fáa realkredittfígging í bankanum.
Í fjør vóru metnógv viðskiftafólk sum keyptu og seldu virðisbrøv í netbankanum, og góða gongdin er hildin fram í 2026, sigur stjórn.
Eisini eru alsamt fleiri viðskiftafólk farin at seta sína pensjón í íløgur fyri at økja um møguleikarnar at fáa størri avkast av pensjónini.
Hesir næstu mánaðirnar eru eru útlitini sum heild góð. Tó er støðan úti í heimi so ótrygg, at vandi er fyri príshækkingum og tað er eisini væntandi at nakrar rentuhækkingar eru fyri framman. Ítøkiliga kunnu tvær rentuhækkingar væntast í ár, sigur stjórin í banlanum.
Men hon leggur afturat, at hóast støðan úti í heimi er ótrygg, hava viðskiftafólkini klárað seg væl.
– Vit hava ongar ábendingar um, at okkara kundar ikki klára, ella fara at klára, at svara sínum skyldum, sigur stjórin.
Men tey mæla nógvum kundum til at fáa fasta rentu fyri at minka um váðan tí renturnar kunnu sveiggja, og tá er ein ávísur tryggleiki í at hava fasta rentu og vita akkurát, hvat tú skalt rinda aftur, sigur Turið F. Arge.
Annars vænta tey, at tilsamans fer Føroya Banki at hava einar 195 - 235 í yvirskotið í ár.