Ongi úrslit

Hóttir við at blokera øll mál í Løgtinginum

Bjarni Hammer gevur Løgtinginum knívin á barkan í málinum um Suðuroyartunlinum

Áki Bertholdsen
22. november 2023 kl. 09:50

Nú nærkast alsamt, at ein avgerð skal takast um Suðuroyartunilin. Og tað er framvegis eitt lívligt kjak um, antin hann skal gerast, ella ikki.

Aftur í gjár umrøddi Løgtingið spurningin, og tá gjørdi Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin bart og gav Løgtinginum knívin á barkan.

Hann gjørdi nevniliga púra greitt, at verður Suðuroyartunnilin ikki gjørdur fara heldur eingi onnur mál at verða framd í Løgtinginum.

Og tá ið hann sigar, at Suðuroyartunnilin skal gerast, meinar hann við, at hann skal gerast nú.

Tað nærkast í stórum, at nevndin, sum fyrireikar arbeiðið, verður liðug og tá ið tað arbeiðið er liðugt - og tað verður heilt skjótt - skal arbeiðið eisini setast í verk, ger Bjarni Hammer greitt.

Tað eru fleiri tingilimir úr Suðuroynni í Løgtinginum. Og Bjarni Hammer staðfestir, at standa tingmenn í Suðuroy saman, slepst heldur ikki undan at gera Suðuroyartunnilin.

– Vit skulu hava Suðuroyartunnilin, ella vera onnur mál ikki framd, soleiðis er tað bara, legði hann afturat.

Tað er einki annað mál yvirhøvur, sum hevur størri týdning fyri suðuroyningar enn Suðuroyartunnilin. Er ætlanin at blokera Suðuroyartunnilin, blokera suðuroyingar øll onnur mál mál, gjørdi Bjarni Hammer greitt í Løgtinginum í gjár.

– Tað er eingin ivi um tað, og tað skulu tit minnast til, legði Bjarni Hammer afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32