Ongi úrslit

Hotellið í Klaksvík eitur KG

Fagnaðarløta hevur nú á middegi verið í miðbýnum í Klaksvík, har Christian í Grótinum samtakið letur byggja nýtt gistingarhús

Jonhard Hammer
9. mai kl. 13:08

Nýggja hotellið í miðbýnum í Klaksvík eitur KG. Tað varð kunngjørt nú á middegi á samkomu í hotellinum, sum av álvara er farið at seta dám á miðbýin og Klaksvík sum heild.

Tað var Kristian Martin Rasmussen, sum á samkomuni, har tað eru umleið 170 fólk savnað, ið kunngjørdi, at hotellið eitur KG.

-Hjá mær hevur fiskarí og tað, ið hevur við sjógvin at gera, altíð verið tað, sum hevur fylt mest. Í morgun legði eg til merkis, at átta skip landaðu her, og tað fegnist eg um. Men sum tað so við og við sæst meiri til hotellið, so eri eg eisini spentur í tí. Nú kiki eg oman higar um morgnarnar eftir at kikarin hevur vent út á vánna, segði Kristian Martin Rasmussen, tá ið hann avdúkaði navnið, sum sjálvandi sipar til, at tað á bónum á skipum og bátum í Klaksvík stendur KG.

Matveitarin Gepetto hjá Árna Müller hevur grillað grísakroppar og lambskjøt í morgun, og her er stór lagkøka við mynd av hotellinum umframt ymiskt annað gott.

Føroya Bjór hevur syrgt fyri øllum tí leskandi, og her eru borð, sum gestirnir kunnu standa við og eta ein góðan og leskiligan bita av grilluni.

Umframt Kristian Martin Rasmussen søgdu hesir nøkur orð: Jan Petersen, stjóri í samtakinum Christian í Grótinum, borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu Karl Johansen og stjórin í byggifyritøkuni Kanjon Kjartan Hansen, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna.

Kjartan Hansen stjóri í Kanjon

Tilsamans 83 kømur verða á nýggja hotellinum, og av hesum eru eisini nakrar svitur. Hotellið, sum helst fer at kosta einar 120 milliónir krónur, verður liðugt einaferð næsta ár.

Tað er stívliga eitt ár síðani, at tað varð farið undir at byggja hotellið.

Osbjørn Jacobsen arkitektur og Jan Petersen stjóri í Christian í Grótinum samtakinum

Mest lisið hesa vikuna

Sigmund bleiv álopin

23 tímar síðan

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Bryan Rice gevur Sissal 12 points

16. mai kl. 18:22

Eru skuldsett fyri 20 mál um stuldur úr handli í Havn

20. mai kl. 07:51