Ongi úrslit

HM-undankappingin hjá monnum verður leikt í Føroyum

Tað er nú greitt, at bólkur 4 til HM-undankappingina hjá monnum verður leikt í Føroyum í tíðarskeiðnum 14. – 16. januar 2022

Sigurjón Einarsson
1. sepember 2021 kl. 16:15

Eftir at hava samskift sínamillum, eru londini í bólki 4 til HM2023-undankappingina komin ásamt um, at spæla undandystirnar yvir vikuskiftið 14. – 16. januar í Føroyum.

Londini í bólkinum eru Lettland, Italia, Luksemborg og Føroyar. Sostatt verða tveir dystir fríggja, tveir leygar- og tveir sunnudagin í Høllini á Hálsi.

Vegurin til HM er langur. Tvey lið koma víðari úr bólkinum, har tveir play-off dystir bíða móti hægri styrkismettum liðið, har vinnarin yvir tveir dystir aftur spælir móti hægri styrkismettum liðið yvir tveir dystir, har vinnarin síðani sleppur til HM.

Yvirlit yvir bólkaspælið:

Bólkur 1: Belgia, Turkaland, Grikkaland, Kosovo

Bólkur 2: Finnland, Estland, Georgia, Stóra Bretland

Bólkur 3: Rumenia, Ísrael, Kýpros, Moldova

Bólkur 4: Lettland, Italia, Luksemborg, Føroyar

Kelda: Hondbóltssamband Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Læknar hava svikað fyri milliardir

Í gjár kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Gjald áðrenn etið verður

11 tímar síðan

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00