Ongi úrslit

HM-endaspæl: U18-kvinnur móti Portugal í dag

Føroysku U18-hondbóltskvinnurnar spæla í dag fyrsta dystin í í HM-endaspælinum, sum er í Norðurmakedonia. Dysturin byrjar klokkan 12.30 og kann stroymast.

Katrin Erlendsdóttir
30. juli 2022 kl. 08:50

Í dag byrjar HM hjá U18-kvinnum í hondbólti í Norðurmakedonia. Kappast verður fram til 10. august, tá finalan verður, og heimsmeistararnir skulu finnast.

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum eru móti Portugal klokkan 12.30 í dag. Fólk stødd í Føroyum kunnu stroyma allar dystirnar á youtube-síðuni hjá IHF:
IHF – YouTube
Og hevur tú hug at fylgja við kappingini á ymsum miðlapallum, kanst tú gera tað her:
IHF | News

Føroysku U18-kvinnurnar endaðu í einum sterkum bólki, har tær komandi dagarnar møta Danmark, Portugal og Eysturríki. Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nummar 4, Portugal nummar 10 og Eysturríki nummar 14.

Teir 16 leikararnir, sum venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava við sær til HM-endaspælið, eru hesir:

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Simona Michelsen Kass, H71

Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin

Høgri vengur:
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karin Egholm, H71

Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, H71

Bakspælarar:
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, H71
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Lukka Arge, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Inga Maria Joensen, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Nýggj samgonga er komin heilt undir land

7. apríl kl. 09:13