Ongi úrslit

Hjartamál valið 2026

Rani Andrasson Skaalum, valevni fyri Miðflokkin
13 tímar síðan

Eg eiti Rani Andrasson Skaalum. Eg eri giftur Aleksandru Melo Skaalum og saman eiga vit fýra dreingir.

Eri læraralærdur á Føroya Læraraskúla í 2009 og Akademiútbúgving í leiðslu á Føroya Handilsskúla í 2011.

Starvist sum lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt og stilli upp til løgtingsvalið 26. mars. Tvær reisur havi eg roynt stólin sum varamaður á løgtingi. Tað var í 2017 og 2019.

Øll hava vit nógv hjartamál. Niðanfyri havi eg sett orð á nøkur av mínum hjartamálum.

Føroyskt framum fremmant

-Nei til moskur í Føroyum.

-Strangari krøv tá okkara siðalagsliga grundáskoðan verður vanvird.

-Lækka talið av tilflytarum.

Familjan er kjarnin í samfelagnum

-Mamma og babba hava frælsi og rásarúm at skipa síni viðurskifti sjálv

-Fría fosturtøkan skal avtakast og rætturin til lív skal tryggjast við lóg

-Rætturin hjá børnum at kenna síni foreldur skal tryggjast við lóg

-Barsilskipanin víðkast til 18 mánaðir at býta í millum Mammu og pápa og minsta mark tryggja øllum barsilsstuðul

-Barnafrádrátturin í landsskattinum skal hækka stigvíst eftir barnatalinum

-Almennar veitingar og tænastur styrkjast – serliga á serøkinum og psykiatriini.

Mentan og ikki vinstra liberal dogmatisk hugsjón

Mentan og útbúgving skal vera skapandi, mennandi og avbjóðandi, men gagnlig!

-Foreldrini eiga børnini og hava ábyrgd av av ala upp og venja síni børn

-Stovnar, skúlar og felagsskapir skulu virða hetta

-børn skulu verjast á alnótini

-børn hava rætt til hugsanarfrælsi

Almennar veitingar og tænastur

Dagstovnaøki, skúlaverki og eldraøki mugu endurskoðast, dagførast og uppraðfestast

Serliga mangla vit at styrkja sertilboð, bæði til børn og vaksin

Tað fæst ov lítið fyri hvønn tíma og hvørja krónu sum verður brúkt

Samstarvið ímillum ymsu geirarnar hjá landi og kommunu mugu endurskoðast og fáast at virka betri

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

Í gjár kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

Í gjár kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46