Ongi úrslit

Hitt á Glyvrum

savnar tónleik og grannalag leygardagin 18. apríl

Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Hitt á Glyvrum skrivar á Facebook:

-Leygardagin 18. apríl letur tiltakið Hitt á Glyvrum dyrnar upp til 18 stovukonsertir í Glyvrum. Hugnaligar og heimligar stovur verða karmar um inniligar tónleikaupplivingar og hugnaligt túnatos í eygnahædd.

Tiltakið samlar bæði tónleikarar og grannar í einum felagsskapi, har fokus er á nærveru og livandi tónleik. Ymiskir vertir bjóða bæði nýggjum og gomlum tónleikabólkum og einstaklingum at framføra í heimligum umhvørvi.

18 stovukonsertir og breið skrá

Í alt verða 18 konsertir í ymiskum húsum. Millum nøvnini á skránni eru Kári P., Lena & Niclas, Marius, Jazzygold, Edmund, Elin B. Heinesen og fleiri.

Umframt stovukonsertir verður eisini skipað fyri tiltøkum í einum tjaldi á felagsøkinum. Har er møguligt at keypa mat og drekka alt kvøldið, og tónleikur verður framførdur av Jens Marna Hansen á midnátt.

Grannalagið klárt til stóra kvøldið

Fyrireikingarnar í grannalagnum hava verið í gongd allan hósdagin. Fólk hava riggað til, reist tjald, hongt ljós upp og gjørt gøtur og tún klár til tiltakið.

Atgongumerki kosta 350 krónur í forsølu, sum endar í dag kl. 15. Við dyrnar kosta atgongumerki 450 krónur.

Armbond verða útflýggjað leygardagin frá klokkan 18.30. Tiltakið heldur fram til klokkan 04.00.

Sí skrá á Facebook

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41