Ongi úrslit

Hevur varpað út fatva

Muslimar skulu hevna Khameini

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Grand Ayatollah Nasser Makarem Shirazi, og Grand Ayatollah Hossein Nouri Hamedani góvu 1. mars, eftir elimineringina av Ayatollah Khamenei, út eina fatva, har teir heittu á heilagt kríggj móti USA og Ísrael. 

Hendan fatva gav boð um, at allir muslimar hava skyldu at hevna blóðið av pínslarváttanum, sum hann kallar tað, og hann eyðmerkti USA og Ísrael sum høvuðsgerningsmenninar av hesum brotsverki. Hettar skrivar iranska statsliga tíðindastovan Tasnim.

Ein fatva er ein úrskurður, sum ein islamskur trúðarmyndugleiki, ella ein høgtstandandi, lærdur frøðingur, ein mufti varpar út til allar trúgvandi muslimar. Ein fatva verður sagt at vera vegleiðandi, men bindur tey, sum viðurkenna teirra myndugleika.

Tað merkir altso at allir, rætttrúgvandi muslimar, sum teir kalla tað, nú eru bidnir um at hevna Khameini við at drepa ísraelar og amerikanarar.

Sunnudagin segði Nouri Hamedani eisini, at allir muslimar hava átrúnaðarliga skyldu at hevna deyða Khamenei.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59