Ongi úrslit

Hetta verður kanska byrjanin upp á veturin

Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Higartil í vetur hevur tað verið óvanliga lýtt. So mikið lýtt, at lítil munur hevur verið á summarinum og vetrinum higartil - hvat hitastigum viðvíkur.

Men sum vit hava skrivað í áðni, verður nógvur vindur í morgin av norði, og tað verður kaldari.

Og hetta verður kanska byrjanin til veturin á hesum sinni.

Í hvussu so er siga tey á Veðurstøðini nevniliga, at hesar næstu dagarnar - og so langt veðurforsagnirnar røkka, verður hann norðan í ættini, og kalt.

Nýggjársdag og fríggjadagin, verður heilt fitt av vindi norðan eftir, men so minkr hann nakað.

Tað longsta, onkur av forsagnunum røkka, eru 14 dagar fram og tað er sama myndin, nevniliga at hann verður liggjandi við høgætt við nakað av vindi, og kalt.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember kl. 22:00

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

14 tímar síðan

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

19 tímar síðan

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10