Ongi úrslit

Hetta var besta HB avrikið í Europa

HB javnleikurin ímóti Brøndby var besta avrikið yvirhøvur hjá høvuðsstaðarfelagnum í Europa, og javnleikur í Serbia ber við sær, at KÍ hevur møguleika at vinna seg víðari í Conference League

Jóannes Hansen
24. juli kl. 22:49

Hetta var eitt gott kvøld hjá føroyskum feløgum í Europa.

Tað er ikki bara í Føroyum og í Danmark, at tað vekir ans, at HB megnaði 1-1 á heimavølli ímóti Brøndby.

Í Serbia megnaði KÍ málleysan javnleik ímóti Radnicki 1923. Tað úrslitið ber við sær, at KÍ eigur at hava realistiskan møguleika hóskvøldið um eina viku á heimavølllinum í Klaksvík at vinna seg víðari í triðja umfar í Conference League.

Bæði avrikið hjá HB ímóti stórfavorittunum í Brøndby og KÍ avrikið í nógva hitanum suðuri á Balkan vóru staðfesting av, at føroyskur liðfótbóltur hevur tikið stórt stig rætta vegin.

Fyri ikki so langari tíð síðani hevði HB kódnað ímóti so ágangandi mótstøðuliði, sum Brøndby er, og KÍ hevði ikki megnað at hildið høvdið kalt í so nógvum hita, sum tað í kvøld var í Kragujevac í Serbia.

Venjingarstøðan hjá HB vísti seg at vera eins góð sum tann hjá Brøndby. Hetta sæst aftur í, at tá ið Brøndby eitt stórt korter eftir steðgin legði seg á odda 1-0, so var tað ikki byrjanin til fullkomna yvirvág hjá teimum gulu og svørtu. Heldur var tað HB, sum vísti sinniligt og fysiskt yvirskot. HB yvirtók spælið, og HB spældi seg til fleiri stórar málmøguleikar, meðan Brøndby stríddist fyri lívinum.

Emil G. Pedersen var sera eyðsýndur í HB álopinum. Hann hevði tríggjar góðar royndir, og tá ið bólturin brast í stólpan kendist tað sum um, at marginalirnir ikki vóru við André Olsen og hansara monnum.

Og so var tað í næstsíðsta minutti, at innskifti Jákup L. Thomsen javnaði við fínum skoti eftir gott upplegg frá innskifta Mathias Voss.

Fagnaðurin var stórur, og eftir síðsta bríksl ber til at staðfesta, at André Olsen framvegis ikki er farin av vøllinum uttan úrtøku, síðani hann tók við sum HB venjari, og at dreymurin ella rættari sagt ætlanin hjá venjaranum framvegis livir. Hann segði undan dystinum, at eitt gott úrslit í kvøld var, um tað framvegis var spenningur um samantalda sigurin, tá ið HB um eina viku fer at spæla í Brøndby.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14