Í annaðkvøld vera tveir dystir í bestu landskappingini. Í øðrum hittast Víkingur og 07 Vestur, og í hinum fær B36 vitjan av NSÍ.
Í dag og í kvøld vóru tað tríggir dystir, sum allir endaðu javnir. Í kvøld endaði tað 1-1 á Svangaskarði, har EB/Streymur var gestur hjá B68. Fyrr í dag endaði tað 1-1 bæði í Klaksvík og í Gundadali.
Í Klaksvík høvdu stórfavorittarnir í KÍ vitjan av uppflytarunum av Skála.
Í Gundadali høvdu stórfavorittarnir í HB vitjan av uppflytarunum av Argjum.
NSÍ er topplið við 17 stigum, KÍ hevur 16 stig, og B36 hevur 15 stig, og næst í røðini eru HB og AB við 11 stigum.
Við heimasigri ímóti NSÍ hevur B36 møguleika at taka toppin í annaðkvøld.
Við sigri í Gundadali ímóti B36 hevur NSÍ møguleika møguleika at leggja sjógv millum seg og hinar avbjóðararnar í spennandi kappingini um oddasessin.
Hóast tað fyri fyrstu ferð síðani 6. apríl eydnaðist EB/Streymi í kvøld at vinna stig, so er EB/Streymur undir niðurflytingarstrikuni.
Í Klaksvík fór Skála fyri fjórðu ferð á rað av vøllinum við einum stigi. Skála er aftast við fýra stigum, og skálamenn bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum.
NSÍ | 7 | 5 | 2 | 0 | 12 | 6 | 17 |
KÍ | 8 | 4 | 4 | 0 | 16 | 4 | 16 |
B36 | 7 | 4 | 3 | 0 | 15 | 4 | 15 |
HB | 8 | 3 | 2 | 3 | 11 | 12 | 11 |
AB | 8 | 3 | 2 | 3 | 11 | 12 | 11 |
Víkingur | 7 | 2 | 3 | 2 | 8 | 5 | 9 |
B68 | 8 | 2 | 2 | 4 | 10 | 21 | 8 |
07 Vestur | 7 | 2 | 0 | 5 | 4 | 12 | 6 |
EB/Streymur | 8 | 1 | 2 | 5 | 5 | 12 | 5 |
Skála | 7 | 0 | 3 | 4 | 6 | 10 | 3 |
Næstu dystirnir eru hesir:
Mánadagin 4. mai
Víkingur – 07 Vestur: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30
B36 – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.30
Fríggjadagin 8. mai
NSÍ – HB
Sunnudagin 10. mai
Skála ÍF - AB
EB/Streymur – Víkingur
07 Vestur – B68
B36 – KÍ