Ongi úrslit

Hetta skipið skal avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk í heyst

Tað verður gamli kenningurin, Galaxy, sum skal sigla fyri Smyril í einar tveir mánaðir seint í summar

Her liggur Galaxy við bryggju á Krambatanga í 2017, tá ið hon eisini avloysti Smyril
Áki Bertholdsen
22. apríl kl. 09:28

Nú er greitt, at tað verður grikska ferjan Galaxy, sum skal avloysa Smyril á suðuroyarsiglingini, tá ið hann fer í dokk seint í summar, einaferð í august og september.

Tað eru stórarbeiði, sum skulu gerast við Smyril tá ið hann fer í dokk og sostatt fer Galaxy at røkja Suðuroyarsiglingina í einar 8 - 10 vikur, ella í minst tveir mánaðir.

Umframt tað kravda eftirlitið, skal Smyril eisini hava síðuskrúvur har afturi í skipinum fyri at minka um ristingarnar, og hann skal eisini hava hjálpimotorar, sum eru neyðugur at dríva skrúvurnar.

Endamálið við tí er at fáa Smyril at ristast minni tá ið hann leggur at, tí so er vónin, at hann heldur longri.

Galaxy er ein gamal kenningur í Føroyum, tí hon var eisini avloysaraskip hjá Smyrli, tá ið hann var í dokk í 2017.

Vit frætta av Strandferðsluni, at skipari, yvirmenn, og manningin annars, fylgja við skipinum, tá ið tað kemur hendavegin.

Men kortini verður tað manning hjá Strandferðsluni, sum verður í kioskini og í kafeteria. Hinvegin skulu fólk frá Strandferðsluni eisini vera bæði á brúnni og í maskinuni, har teir hava ein leiklut sum ráðgevarar.

Tað hevur verið ein støðugt afturvendandi, og stórur trupulleiki hjá Strandferðsluni, at fáa fatur á hóskandi avloysaraskipi tá ið Smyril fer í dokk, so í roynd og veru er úrvalið rættiliga avmarkað.

Hvørja einastu ferð er tað sum at spæla í lotto um vit fáa nakað avloysaraskip, ella ikki, hevur Strandferðslan ofta ført fram.

– Tað eru ikki nógv reiðarí í heiminum, sum vilja leiga okkum eina ferju at sigla í Norðuratlantshavi í nakrar fáa vikur, so í roynd og veru hava vit ikki nakað val, tá ið ein hóskandi ferja er til taks, hava boðini frá Strandferðsluni verið, hvørja ferð, Smyril hevur verið í dokk.

Og samabnumtikið var Galaxy einasti møguleiki yvirhøvur, sigur Strandferðslan.

Galaxy er bygd í Pólandi í 1979 og er 127,6 metrar long og 19,4 metrar breið. Ferjan tekur 350 ferðafólk og 140 bilar og hevur heingidekk, sum kunnu takast í nýtslu alt eftir nøgd av farmi.

Sostatt er Galaxy eitt sindur minni enn Smyril. Biladekkið er ikki líka høgt sum tað á Smyrli, og í nógvum førum gongur tað akkurát at fáa stórar lastbilar inn á dekkið.

Seinast Galaxy var her, hendi tað seg eina ferð, at ein last mátti umskipast, tí bilurin var ov høgur.

Galaxy hevur stabilisatorar, men teir eru ikki heilt so framkomnir sum teir á Smyrli, og tí er eitt sindur meiri av rulli, tá ið veðrið er ringt.

Men Strandferðslan hevur áður sagt, at tað er ein fyrimunur at fáa avloysaraskip seint um summarið, og um heystið, tí tá er sjógvurin slættari eftir eitt langt summr við meiri ella minni góðum veðri.

Hinvegin er tað eisini ein fyrimunir við Galaxy, at hon er lutfalsliga lág og tekur tessvegna ikki so nógvan vind á seg.

Galaxy siglur eitt sindur seinni enn Smyril, so hvør túrur ímillum Suðuroynna og Havnina tekur tveir tímar og 20 minuttir, ella 20 minuttir longri enn Smyril.

Sostatt fer Galaxy ikki at sigla eftir somu ferðaætlan sum Smyril.

Eitt, fólk minniast frá 2017, er, at ofta tók tað rættiliga langa tíð at leggja at, so tað var eisini ofta, at ferðaætlanin fór av lagi.

Men tá var ført fram, at felagið, sum átti Galaxy, hevði hevði akkurát fingið skipið, og skipari og manning høvdu púra onga venjing í at brúka tað.

Tann trululleikin er so ikki longur, tí tað er enn sama felag, sum eigur skipið, so nú hevur manningin siglt við skipinum í átta ár.

Galaxy er ikki heilt á sama stigi, sum smyril. Men støðan er tann, at úrvalið av skipum, sum kunnu brúkast yvirhøvur, er ógvuliga avmarkað, tí krøvini eru so hørð, at tey lúka rætt og slætt ikki krøvini at sigla her um leiðir, sigur Strandferðslan

Seinast Galaxy avloysti fyri Smyril í 2017, var Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, og sum heild var hann væl nøgdur við Galaxy tí hann segði, at skipinum sjálvum var ikki nógv at finnast at.

– Samanborið við onnur avloysaraskip, Strandferðslan hevur havt, er Galaxy nógv tað besta avloysaraskipið, tí hini hava verið munandi verri at sigla við, eitt nú vóru tekniskir trupulleikar gerandiskostur, segði hann í 2017.

Tá hugsaði hann kortini ikki um Norrønu, sum eisini hevur avloyst Smyril.

Sum vit skriva oman fyri, er tað ómetaliga ringt at fáa avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann er í dokk. Tað sæst eisini aftur í teimum skipum, sum hava verið her, tí tað hevur verið, milt sagt, misjavnt, hvussu tey hava eydnast, og summi av teimum vekja ring minni í suðuroyingum.

Nevnast kunnu skip sum St Ola, Regina Baltica, Claymore, Prince og seinast, í 2022, var tað íslendska ferjan, Herjólfur, sum røkti suðuroyarsiglingina.

Ta einu ferðina skuldi Scania sigla, men hon royndist so illa, at hon sigldi bara tann eina túr, tí longu tá varð tað greitt fyri øllum, at hon var fullkomiliga óegnað til endamálið - so ta ferðina varð Dúgvan sett í Suðuroyarsiglingina.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00