Jákup og Maria eru vanligastu fólkanøvnini í Føroyum. Tað vísit ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Men Hagstovan sigur, at hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong, eru ávísar broytingar hendar hesi seinastu árini.
Í dag er Lív ímillum tíggju tey mest vanligu kvinnunøvnini og Jónas er nýggjasta navnið ímillum mest vanligu mannfólkanøvnini.
Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum við ársenda í fjør, vóru Maria, Anna og Annika.
Síðani koma onnur vælkend nøvn sum Katrin, Marjun, Beinta og Rannvá.
Hóast tey flestu av teimum tíggju teimum vanligastu nøvnunum eru tey somu sum fyri 40 árum síðani eru onkrar broytingar hendar.
Navnið, Anna Maria, sum tá var ímillum tíggju tey vanligastu nøvnini, var í fjør nummar 32 á listanum.
Hinvegin er navnið, Lív, farið av einum 63. plássi í 1985 til at vera millum tíggju tey vanligastu kvinnunøvnini í fjør.
Og sum nevnt er Jónas ímillum 10 tey vanligastu mannfólkanøvnini.
Annars eru nøvnini, Jákup og Jógvan, tey vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Tey hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985.
Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, men áðrenn tað, var tað Jógvan, sum var mest vanliga navnið.
Eisini hava nøvnini, Rúni, Høgni, Ólavur og Kári, verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.
Fara vit 40 ár aftur, til 1985, eru tó onkrar broytingar at síggja.
Navnið, Hans, sum tá var ímillum tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum, var í fjør nummar 42 á listanum.
Hinvegin er navnið, Jónas, farið av einum 550. plássi í 1985 til at vera ímillum tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum.
Í 1985 vóru tað einans fimm mannfólk sum itu Jónas í Føroyum, og við ársenda í fjør vóru teir 167 í tali.
Fleiri nøvn eru somuleiðis løgd afturat hjá monnunum. Nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru Aron, Bragi, Lukas, Liam, Nóa, Róar og Silas.
Hinvegin sigur Hagstovan at nú eru tað færri, sum hava meir enn eitt fornavn enn tað vóru fyri nøkurum árum síðani.
Tølini fyri 1. og 2. fornavn hjá fólki í Føroyum, vísa, at seinastu 40 árini er parturin av fólki við tveimum, ella fleiri, fornøvnum, minkaður úr eini helvt niður í ein triðing.
Samansetingin av 1. og 2. fornavni er eisini broytt hesi árini. Fyrr vóru tað oftast fastar samansetingar, sum til dømis Hans Jacob ella Hans Pauli, eru tað nú færri og færri sum hava somu samanseting av 1. og 2. fornavni.
Fyri 40 árum síðani vóru tíggju samansett fornøvn ímillum hundrað tey vanligastu kvinnunøvnini, og fjúrtan samansett fornøvn er ímillum hundrað tey vanligastu mannfólkanøvnini.
Í fjør var einki mannfólkanavn og trý kvinnunøvn á listanum, nevniliga Anna Maria, Anna Sofía og Elsa Maria.
Sum vit skrivaðu í áðni, eru tað Maria og Jákup, sum eru tey vanligastu nøvnini hjá kvinnum og monnum.
Tað eru tey eisini í flestu økjunum í Føroyum, men onkur frávik eru. Til dømis eita flestu kvinnurnar í Vágum, Hanna, men flestu menn í Norðoyggjum eita Jógvan.
Tað vísir seg eisini, at nøvn er tengd at einum ávísum aldri.
Eitt nú er navnið, Maria, bara vanligast hjá kvinnum í aldursbólkinum 20-29 ár, og navnið, Jákup, bara vanligast hjá monnum í aldursbólkinum 20-29 ár og 70-79 ár.
Hjá kvinnum er navnið, Ása, vanligast í aldursbólkunum 80-89 ár og 90-99 ár, og hjá monnum er navnið, Jónas, vanligast í aldursbólkunum 0-9 ár og 10-19 ár.