Fyrsti stóri kappingardagurin á oyggjaleikunum í Orknoyggjunum er av. Og talan hevur verið um framúr góðan dag fyri føroysku íðkararnar.
Síðsta kappingin í dag var finalan í liðkappingini í badminton. Føroyar kappaðust ímóti Grønlandi, og tað endaði við, at grønlendingar vunnu 3-2.
Harvið er tað greitt, at Føroyar í dag vunnu 33 heiðursmerki. Heri Á. Simonsen, sum man vera størsti serfrøðingur í føroyskum úrslitum og hagtølum í sambandi við oyggjaleikir, sigur, at hetta er besta úrslit nakrantíð ein einstakan dag í oyggjaleikahøpi.
Tað eru 40 ár síðani fyrstu oyggjaleikirnar, og frá føroyskum sjónarhorni er nógv broytt síðani ta ferðina, tá ið Elmar Ósá vann fyrsta og einasta heiðursmerki í fyrstu leikunum. Tað var bronsumerki í svimjing.
Í dag vunnu Føroyar 17 gullkrónur, 10 silvurkrónur og seks bronsukrónur.
Fimleikurin vann í dag 9 gull, 3 silvur og 2 bronsu.
Í svimjing vunnu Føroyar í dag 2 gull, 3 silvur og 3 bronsu.
Í bogaskjóting vunnu Føroyar í dag 5 gull og 1 silvur.
Í 400 metra kapprenning hjá monnum vann Jónas G. Isaksen gull og Dánjal Dahl Ljósheim vann bronsu.
Sunniva Bogadóttir vann silvur í spjótkasti, og Súsanna Skylv Sørensen vann silvur í einkultstarti í súkkling hjá kvinnum.
Og í kvøld vunnu Føroyar silvur í liðkappingini í badminton.
Dagurin var framúr góður hjá føroysku fimleikarunum