Ongi úrslit

Hesi trý landsstýrisfólkini fara nú úr Landsstýrinum

Løgmálaráðið
4. november kl. 14:04

Nýskipanarnevndin hevur lagt fram sítt fyrsta tilmæli, sum snýr seg um bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini. Í tilmælinum stendur:

· Nevndin mælir til at fara úr níggju aðalráðum niður í seks aðalráð.

· Nevndin mælir til at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at tað í mesta lagi kunnu vera seks aðalráð og at landsstýrisfólkatalið eigur at verða í mesta lagi 5 landsstýrisfólk umframt løgmann.

Nýskipanarnevndin vísir á, at miðað eigur at verða ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri effektivitet og eitt sterkari fakligt umhvørvi. Ov nógv aðalráð gera tvørgangandi arbeiði og samskipan truplari.

Tað hevði skapt meira stabilitet, um talið av aðalráðum bleiv fastlæst til seks aðalráð við politiskari semju. 

Tað er breið politisk semja um at fylgja tilmælinum frá nýskipanarnevndini um at tað eiga at vera seks landsstýrisfólk og aðalráð í Føroyum.

Løgmaður ætlar tí at fylgja tilmælinum beinanvegin, men við smærri tillagingum í málsøkjabýtinum. Tað merkir, at nýggi bygnaðurin kemur í gildi 1. desembur 2025.

Um nýggja bygnaðin

Trý aðalráð fella burtur, eins og at málsøkini vera býtt øðrvísi.

Nýskipanarnevndin mælir til, at nýggi bygnaðurin í landsfyrisitingini sær soleiðis út umframt Løgmansskrivstovuna:

·       Fíggjarmálaráðið

·       Vinnumálaráðið

·       Útbúgvingar- og Mentamálaráðið

·       Almanna- og Heilsumálaráðið

·       Uttanríkis- og Umhvørvismálaráðið

Løgmaður tekur undir við tilmælinum, men við smærri broytingum í málsøkjabýtinum.

Aðalráðini koma tí frá 1. desember 2025 at vera hesi umframt Løgmansskrivstovuna:

·       Fíggjarmálaráðið

·       Vinnumálaráðið

·       Barna- og Útbúgvingarmálaráðið

·       Almanna- og Heilsumálaráðið

·       Uttanríkis- og Umhvørvismálaráðið

Val av landsstýrisfólkum til tey nýggju ráðini

Løgmaður ger broytingar í landsstýrinum, og fimm landsstýrisfólk manna tí nýggju ráðini. Tey eru:

·       Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og umhvørvismálum og varaløgkvinna

·       Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

·       Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum

·       Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum

·       Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum

Hetta merkir samstundis, at landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, verða loystir úr embæti hin 1. desember 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

Í gjár kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00